Hósdagin spælir føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum hesaferð er í Slovenia. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Belgia og Turkaland eisini við í kappingini
– Vit vita, at vit eru komnir í ein torføran bólk við liðum, ið øll eru styrkismett munandi hægri enn vit. So um vit skulu standa okkum væl, so skal alt koppa okkara veg. Soleiðis sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen er venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.

Og tað verður væntandi sterk mótstøða, ið okkara dreingir skulu royna seg ímóti í EM-undankappingini í Slovenia, sum byrjar hósdagin. Umframt Føroyar og vertstjóðin, eru Belgia og Turkaland eisini við í kappingini, ið verður skipað sum bólkaspæl. Nummar 1 og 2 fara víðari til næstu undankapping, sum verður í mars mánaða, áðrenn sjálvt endaspælið, sum verður í Aserbadjan í mai mánaða komandi ár.

Fyri føroyska liðið verður tað ein stór avbjóðing, ið bíðar í Slovenia, men okkara dreingir hava eisini fyrireikað seg væl. Umstøðurnar í samband við heimligu kappingina hava tó havt við sær, at U17-landsliðið ikki hevur kunna verið á venjingarlegu, áðrenn farið varð til Slovenia. Men tó hava fleiri einkultvenjingar verið á skránni, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri.

– Vit spæla altíð fyri at vinna, og vit hava altíð góðar vónir og okkara partur skal ikki liggja eftir. Men tað verður trupult. Um vit kunnu síggja leikliga framgongd í mun til fyrru kappingarnar, er tað í sjálvum sær positivt, sigur Áki Johansen úr Slovenia.

Skráin:
Hósdagin 24. sept. Turkaland – Føroyar
Leygardagin 26. sept. Føroyar – Belgia
Týsdagin 29. sept. Slovenia – Føroyar

Allir dystirnir byrja klokkan 15:00, lokala tíð.