Hóast U19 genturnar máttu lúta fyri sterkari mótstøðu í síðsta dystinum, hevur undankappingin givið teimum sera nógv gott


Tað var heimaliðið úr Hvítaruslandi, sum bjóðaði føroysku U19 gentunum av í seinasta undankappingardystinum á hesum sinni. Hvítarusland hevði frammanundan vunnið trygt móti Kýpros og Norðurmakedónia, so styrkislutfallið millum liðini var longu greitt undan dystinum. Dysturin endaði eisini við greiðum 5-0 sigri til vertirnar.

– Vit møttu einum liði, sum er nakað væl betri enn vit. Serliga tær offensivu vóru sera góðir spælarar, og tær góvu okkum ordiligar trupulleikar, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari.

Hann leggur afturat, at føroyska vónin var at halda dystin javnan nakað longri. Men hvítrussar løgdu hart fyri og skoraðu tríggjar ferðir fyrsta hálva tíman. Hetta broytti føroysku ætlanina nakað, sigur landsliðsvenjarin. 

– Tá tær koma tíðliga framum við fleiri málum, so ræður bert um at avmarka, so at talan ikki verður um ordiligt skrædl, og tað lukkaðist so hampuliga væl hjá okkum, tí tað skrædnaði ongantíð ordiliga. Tað er fyrst og fremst takka verið stoltleikanum og viljanum hjá okkara spælarum til at kíta seg, sum tíbetur var til staðar gjøgnum allan dystin, sigur hann.

– Tað blivu kanska nøkur mál ov nógv, men soleiðis er viðhvørt, tá vit møta harðari mótstøðu, leggur hann afturat.

Samanumtikið koma U19 genturnar heim við tveimum ósigrum móti ávíkavíst Norðurmakedónia og Hvítaruslandi, umframt einum sigri móti Kýpros í skjáttuni, og undankappingin hevur bæði givið gentunum góðan lærdóm og eina týdningarmikla uppliving. 

– Spælararnir hava lært nógv, sum tær kunnu taka við sær frameftir og gerast enn betri av. Og so mugu vit ikki gloyma sigurin móti Kýpros, sum veruliga var eitt bragd og eitt úrslit av gróthørðum arbeiði og stríðsvilja. Tað stendur eftir sum ein stór og góð uppliving fyri genturnar og okkum øll, sigur Pætur S. Clementsen at enda. 

Heimkomnar til Føroya, fara U19 genturnar aftur í feløgini at gera kappingarárið liðugt, og eftir ein stuttan vetrarsteðg byrja fyrireikingarnar til komandi minikapping, sum genturnar skulu spæla í februar ella apríl næsta ár.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum móti Hvítaruslandi, sum vit hava fingið frá hvítrussiska fótbóltssambandinum.