Tað sá leingi út til, at Føroyar skuldi fáa eitt stig á útivølli ímóti Ungarn. Men níggju minuttir áðrenn leiklok skoraði Daniel Bøde fyri ungarar, sum vunnu 1-0

Føroyar endaðu á fjórða flássi í bólki B í undankappingini til HM 2018, sum komandi summar verður í Russlandi. Tá avtornaði fekk føroyska liðið 9 stig, og sum heild er tað nøktandi. Áðrenn kappingina var fyrsta málið at fáa fleiri stig enn gamla metið, sum var 7 stig.

 

Í seinasta dystinum í hesari undankappingini var Ungarn mótstøðuliðið á Groupama Arena í Budapest, og leingi sá út til, at Ungarn og Føroyar fóru at fáa hvør sítt stig. Men tá níggju minuttir vóru eftir at spæla var ein gamal kenningur uppá spæl, og so varð 1-0 til ungarar.

 

Málskjúttin var Daniel Bøde, sum í seinastu EM-undankapping skoraði bæði málini, tá Ungarn á heimavølli vann 2-1 á Føroyum. Síðstu løtuni trýsti føroyska liðið fyri at javna, men heilt stóri málmøguleikin kom ongantíð, og tí bleiv tað Ungarn, ið fór avstað við 3. plássinum í bólkinum.

 

Tveir aðrir dystir vóru eisini spældir í bólki B. Á heimavølli vann Portugal 2-0 ímóti Sveis, og tað hevði við sær, at portugisar endaðu fremst í bólkinum við 27 stigum, ájavnt við sveisar, men Portugal hevur betri málmun. Í Lettland vunnu lettar 4-0 á Andorra.

 

Næsta kapping hjá føroyska A-landsliðnum er Nations League, sum verður spælt á heysti í 2018. Lutakastið til Nations League verður um miðan januar komandi ár. Síðani er undankappingin til EM 2020 á skránni, og hon verður spæld í 2019.

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen