Leygardagin vórðu fýra steypafinalur í yngru deildunum spældar á Tórsvølli. Víkingur vann Dreingir U13, FC Hoyvík vann Gentur U13, meðan HB vann Dreingir U15 og Dreingir U17

——————

Klokkan 10 leygarmorgunin byrjaði stóri steypafinaludagurin á Tórsvølli, tá U13 dreingirnir hjá Víking og EB/Streymi fóru á vøllin. Fýra finalur í yngru deildunum vóru á skránni, og tær endaðu við sigrum til Víking, FC Hoyvík og HB, sum vann tvær finalur.

U13 Dreingir (Víkingur – EB/Streymur 6-0)
Í finaluni um Solarsteypið, sum er steypakappingin fyri dreingir U13, vann Víkingur ein sannførandi 6-0 sigur á EB/Streymi. Rósing Sverrason Toyt skoraði tvær ferðir, Emil Ludvig Jacobsen og Eyðnar Isaksen gjørdu hvør sítt mál, og í tveimum førum vóru EB/Streymararnir óhepnir at við at gera sjálvmál.

Eftir dystin bleiv Pætur Sigurdsson Højgaard úr Víkingi kosin til besta spælara í finaluni.

MYNDIR

U13 Gentur (B36 – FC Hoyvík 0-4)
Anna Lamhauge úr FC Hoyvík stóð fyri tí mesta, tá hoyvíksgenturnar vunnu 4-0 á B36 í steypafinaluni fyri gentur U13.

Olivia Kristiansen legði FC Hoyvík á odda 1-0, áðrenn Anna Lamhauge við trimum málum slerdi sigurin fastan. Aftaná dystin varð Anna eisini vald til dagsins spælara.

MYNDIR

U15 Dreingir (HB – B36 4-2)
Longd leiktíð og brotssparkakapping mátti til, áðrenn liðskiparin hjá HB kundi taka ímóti Cadburysteypinum. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Kristian Joensen stóð fyri málinum hjá B36, meðan Silas Joensen skoraði fyri HB.

HB fekk annars ein giltan møguleika at avgera dystin við brotssparki fáar minuttir fyri leiklok. Men B36 málverjin, Jákup Arngrímsson Müller bjargaði, og so var neyðugt við umdysti, sum endaði málleysur.

Í brotssparkskappingini var tað hinvegin HB málverjin, Ragnar Heinason, ið gjørdist tann stóra hetjan. Ragnar bjargaði tvær ferðir, samstundis sum Silas Joensen, Jógvan í Lon og Jógvan í Skála settu bóltarnar trygt í netið fyri HB.

Aftaná dystin varð Jógvan í Skála úr HB valdur til dagsins spælara.

MYNDIR

U17 Dreingir (NSÍ – HB 1-2)
NSÍ kom betri frá byrjan í finaluni um Blaðberasteypið. Tá liðini fóru til hálvleik vóru vespurnar á odda 1-0 við máli sum Alex Petrea skoraði.

Men aftaná steðgin setti HB seg meir á dystin, og við tveimum málum syrgdi Ari Askham fyri, at Blaðberasteypið stendur í HB-húsinum næsta árið. Aftaná dystin varð HB-málskjúttin eisini valdur til dagsins spælara.

MYNDIR