Við teprum 1-0 sigri á 07 Vestur/MB, vann B36 steypakappingina fyri U13 gentur, meðan Skála vann minnu steypakappingina hjá kvinnum


Fríggjadagin vóru tvær steypafinalur spældar á Tórsvølli, og við hvør sínum sigri, kunnu U13 genturnar hjá B36, og kvinnurnar hjá Skála kalla seg steypavinnarar 2024.

Í finaluni fyri U13 gentur møttust B36 og felagsliðið hjá 07 Vestur og MB, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til B36. Málskjúttin var Lív Herup Olsen.

Aftaná dystin var Súsanna Johndóttir hjá B36 vald til dagsins leikara.

Í finaluni í minnu steypakappingini hjá kvinnum stóðu Skála og FC Hoyvík yvir av hvør øðrum, og her vóru tað tær appelsingulu, ið fóru avstað við steypinum og gullkrónum.

Skála vann 6-0, eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Sara Benjaminsen gjørdi trý mál, Arnfríð Jacobsen, ið eisini var kosin til dagsins leikara, skoraði tvey mál, meðann Sunnvá Fagradal gjørdi eitt.

Í morgin, leygardagin eru fýra steypafinalur á skránni. Klokkan 10:30 spæla U13 dreingir, klokkan 12:30 U15 dreingir, og klokkan 15:15 fara U17 dreingirnir á vøllin. Dagurin endar við stóra finalubrakinum hjá kvinnum millum Víking og NSÍ, sum byrjar klokkan 18:30.

Mikudagin 2. oktober
U16 gentur: KÍ – Skála 7-6

Hósdagin 3. oktober
U21: B71 – ÍF 6-4

Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB 1-0

Minna steypakap. kv.: FC Hoyvík – Skála 0-6

Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis

U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen

U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen

Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg

Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)

Myndir: Bjarni Enghamar