Steypafinalurnar 28. og 29. august verða stroymaðar á netinum og vístar beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum. Framleiðslufelagið AVlux hevur keypt rættindini til steypafinaluna frá FSF
AVlux hevur keypt sjónvarpsrættindini til steypafinaluna hjá kvinnum og finaluna um løgmanssteypið. Fótbóltssamband Føroya og AVlux hava undirskrivað avtalu, sum tryggjar, at øll í Føroyum og útisetar kunnu síggja ársins steypafinalur, sum í ár verða spældar leygardagin 29. august. Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum og stroymaðar á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Harumframt verða allar finalurnar hjá yngru deildunum eisini stroymaðar. Fríggjadagin 28. august spæla Gentur U17 og Dreingir U18, meðan finalurnar hjá Gentur U14, Dreingir U14 og Dreingir U16 verða spældar leygardagin 29. august.

– Steypafinalurnar eru kanska ársins størsta ítróttahending, og tær egna seg ómetaliga væl til sjónvarp. Karmarnir eru fantastiskir, spælararnir leggja alla orku í og stuðlarnir hjá feløgunum leggja nógv fyri at skapa góðan stemning, og hetta merkist á skíggjanum, sigur Hans Andor Johannesen, stjóri í AVlux.

Allar finalurnar verða framleiddar í góðari góðsku. Talan er um sokallaða HD-góðsku. Hans Andor Johannesen sigur, at hetta ger, at góði stemningurin og góða spælið verða til eina enn størri uppliving.

Higartil hevur AVlux staðið fyri ljóðútleigan og smærri video-framleiðslum frá m.a. ráðstevnum og møtum. Hetta er fyrsta ítróttarframleiðsla, sum AVlux stendur fyri.

– At standa fyri sjónvarpsframleiðslum av slíkum slag, síggja vit sum eina natúrliga menning av okkara virkisøki, sigur Hans Andor Johannesen.

Til ber at lesa meira um AVlux á www.avlux.fo.

Dagarnir hjá fótbóltinum
– Steypafinalurnar hava áður verið skiftandi tíðspunkt á árinum, men konseptið við at savna finalurnar kring eitt vikuskifti er komið fyri at vera. Hetta eru dagarnir hjá fótbóltinum og steypafinaluluttakarunum. Bara hesir dystirnir verða spældir hetta vikuskiftið, og tað er fyri at so nógv fokus sum gjørligt skal vera á hesum dystunum, sigur Fróði Danielsen, limur í Kappingarnevndini í FSF og starvsnevndarlimur.

Hann leggur afturat, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, at umstøðurnar hjá leikarum og áskoðarum vera so góðir sum gjørligt, og tað hevur minst líka stóran týdning, at tey mongu, ið fylgja finalunum heima í stovunum ella umborð á skipum fáa eitt gott upplivilsi. Og tað tryggjar hendan avtalan eisini.

– Føroyskur fótbóltur hevur viðgongd í løtuni. Vit hava sjáldan upplivað betri stemning á Tórsvølli, og vit gleða okkum til spennandi og góðar finalur 28. og 29. august, sigur Fróði Danielsen.

Atgongumerki til finaluna um løgmanssteypið verða settar til sølu á fsf.fo mánadagin 3. august kl. 16.00.