Kappingarnevndin í FSF hevur nú avgjørt, at steypafinalan hjá monnum verður spæld leygardagin 27. august klokkan 18:00, og at finalan hjá kvinnum verður spæld leygardagin 3. september klokkan 18:00
Av tí at kvinnurnar hjá KÍ aftur í ár skulu spæla undankapping til Champions League, og at hesir dystir verða spældir frá 23. til 28. august, verður neyðugt við smávegis broytingum í steypafinaluvikuskiftinum, sum seinastu árini hevur verið á Tórsvølli seinasta vikuskifti í august.

Broytingarnar hava millum annað við sær, at finalan hjá kvinnum er flutt eina viku, og í ár verður spæld leygardagin 3. september klokkan 18:00. Eisini er avgjørt, at finalan um Løgmanssteypið verður spæld leygardagin 27. august klokkan 18:00.

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið byrjar á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 18. juli klokkan 12:00.

Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini tikið avgerð um, at finalan um Mótasteypið, ið er steypafianalan hjá U17-gentunum, somuleiðis verður flutt eina viku, og í ár verður spæld fríggjadagin 2. september.

Skráin fyri steypafinalurnar 2016 á Tórsvølli

Fríggjadagin 26. august
Kl. 19:00 – Finalan um Thomas Dam Intersport Steypið
Dreingir U18 / NSÍ – HB

Leygardagin 27. august
Kl. 10:00 – Finalan um Cadbury Steypið
Dreingir U14 / HB – B71

Kl. 12:15 – Finalan um Eilif Arge Steypið
Gentur U14 / EB/Streymur – B36

Kl. 14:30 – Finalan um Blaðberasteypið
Dreingir U16 / HB – NSÍ

Kl. 18:00 – Finalan um Løgmanssteypið / KÍ – Víkingur

Fríggjadagin 2. september
Kl. 19:00 – Finalan um Mótasteypið
Gentur U17 / KÍ – B36

Leygardagin 3. september
Kl. 18:00 – Finalan í steypakappingini hjá kvinnum / HB – KÍ