Landsliðsvenjarin hjá Sveis, Vladimir Petkovic hevur úttikið 23 spælarar til dystin ímóti Føroyum. Í stóran mun er talan um spælarar úr týsku Bundesliguni, Seriu A í Italia og Premier League í Onglandi

Tað verður eitt sterkt sveisiskt landslið, ið vitjar á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45, tá sætti HM-undankappingardystur millum Føroyar og Sveis er á skránni.

 

Vladimir Petkovic, landsliðsvenjari, hevur umsíðir kunngjørt hópin, og í stóran mun er talan um spælarar, ið til dagliga forvinna sína løn í týsku Bundesliguni, ensku Permier League og í italsku Seriu A.

 

Bara tveir av teimum 23, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð, spæla í Super League, sum besta deildin í Sveis verður nevnd. Teir eru Manuel Akanji og Michael Lang, sum júst hava vunnið sveisiska meistaraheitið við FC Basel.

 

– Núverandi ættarliðið, við Granit Xhaka, Ricardo Rodriguez og Xherdan Shaqiri á odda, verður mett sum okkara sterkasta í langa tíð, sigur David Lemos, ið arbeiðir sum journalistur fyri almenna sveisiska kringvarpið, Radio Télévision Suisse.

 

Málverjar

Riman Roman, Borussia Dortmund (Týskland)

Marwin Hitz, FC Augsburg (Týskland)

Yann Sommer, VfL Borussia Monchengladbach (Týskland)

 

Verjuspælarar

Manuel Akanji, FC Basel (Sveis)

Johan Djourou, Hamburger SV (Týskland)

Nico Elvidi, VfL Borussia Monchengladback (Týskland)

Timm Klose, Norwich City (Ongland)

Michael Lang, FC Basel (Sveis)

Stephan Lichtensteiner, Juventus (Italia)

Jacques-Francois Moubandje, FC Toulouse (Frakland)

Silvan Widmer, Udinese (Italia)

 

Miðvallarar/framherjar

Valon Behrami, Watford FC (Ongland)

Eren Derdiyok, Galatasaray SK (Turkaland)

Blerim Dzemaili, Montreal Impact (USA)

Edimilson Fernandes, West Ham United (Ongland)

Gelson Fernandes, Stade Rennais FC (Frakland)

Fabian Frei, FSV Mainz (Týskland)

Remo Freuler, Atalanta (Italia)

Admir Mehmedi, Bayer 04 Leverkusen (Týskland)

Haris Seferovic, Eintracht Frankfurt (Týskland)

Xherdan Shaqiri, Stoke City FC (Ongland)

Granir Xhaka, Arsenal FC (Ongland)

Steven Zuber, TSG 1899 Hoffenheim (Týskland)