GU17: Jan Mølvad Laursen er ikki í ivu um, at finska liðið, sum hósdagin vann 11-0 á Føroyum, er eitt tað sterkasta mótstøðulið, ið føroyska U17-landsliðið hevur møtt
– Hetta var ein fullkomin óeydnudagur. Onki riggaði hjá okkum. Longu eftir tríggjar minuttir var støðan 2-0 til Finnland, og tað ávirkaði okkum eisini restina av dystinum, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, sum hósdagin tapti 11-0 fyri Finnlandi.

Áðrenn kappingina var Finnland styrkismett hægst í bólkinum, og tað var eisini sjón fyri søgn, at finnar hava eitt gott U17-landslið við gentum.

Finska liðið var rættuliga ágangandi frá fyrsta bríksli, og tá dómarin floytaði fyri hálvleiki var støðan 7-0 til Finnland. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama; føroyska spælararnir stríddust, men tær finsku genturnar vóru munandi betri á øllum plássum.

– Vit kundu havt tapt við fleiri málum, men Ingun Kristina Persson, ið vardi málið, bjargaði okkum fleiri ferðir. Finnland hevur eitt gott lið, og um tær halda fram við hesum spælinum, so vænti eg, at tær koma langt í kappingini.

– Vónandi kunnu vit læra av hesum dystinum, og so mugu vit reisa okkum til komandi uppgávur, sum eru ímóti Ísland og Montenegro, sigur Jan Mølvad Laursen.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum var millum Ísland og Montenegro, gjørdist úrslitið 3-0 til Ísland.

Føroyar:
1. Ingunn Kristina Persson (GK), 2. Bjørg D. Djurhuus, 3. Tórunn H. Joensen (14. Marjun á Lakjuni, 66’), 5. Erla Christiansen (C), 6. Birita Nielsen, 7. Rebekka K. Olsen (4. Nadja D. Johannesen, 41’), 8. Lea Hansen, 9. Evi á Lakjuni, 11. Amanda Johannesen, 17. Rebekka F. Benbakoura (10. Tóra Mohr, 41’) og 17. Julia N. Mortensen.

Eykaleikarar:
12. Randi á Berg (GK), 13. Sara S. Lamhauge, 15. Poula Andreasen og 16. Kristina P. Højsted.

Venjarar:
Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein