Sum partur av fyrireikingunum til EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum, sum verður í Føroyum mánaðarskifti apríl-mai komandi ár, skipar FSF í november mánað fyri venjingarkapping millum Føroyar, Belgia, Danmark og Ísland
——————
Ein stór avbjóðing fyri føroyskan fótbólt, Fótbóltssamband Føroya, og serliga føroyska U17-landsliðið við gentum stendur fyri framman. Føroyar og FSF verða nevniliga vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum, sum verður spælt frá 30. apríl til 15. mai komandi ár.
Og sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, verða Føroyar seinni í ár vertir fyri einari 4-landakapping, sum verður ímillum Føroyar, Belgia, Danmark og Ísland. Dystirnir verða spældir 1., 4. og 7. november.
– Hetta er ein kærkomin møguleiki hjá okkum at fáa nakrar góðar venjingardystir. Vit eru jú við í endaspælinum sum vertsland, og skulu tí ikki spæla undankappingardystir, umframt at aðrar kappingar, sum vit skuldu taka lut í, eru avlýstar av koronasmittuni. So hetta kemur væl við, sigur venjarin hjá U17-gentunum, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.