Frakland, Danmark og Finnland komu úr bollanum, og koyrd í sama bólk sum Føroyar, tá lutakast var um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingini, sum verður í november komandi ár

– Hetta eru tríggjar sera spennandi og sterkar fótbóltstjóðir, ið vit skulu møta. Frakland hevur eitt av bestu U19-landsliðum í Evropa, so tað verður uttan iva ein stór avbjóðing fyri okkara ungu spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari, við FSF.fo.

 

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg, tá innleiðandi EM-undankappingin verður á skránni komandi ár. Hósmorgunin varð lutakast um, hvussu bólkarnir skulu síggja út, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 8, saman við Frakland, Danmark og Finnland.

 

Kappingin verður í Danmark frá 12. til 20. november 2019.

 

– Tjóðskaparkenslan plagar at vera sterk, tá vit møta Danmark, so tá vænti eg ein spennandi dyst. Møguleikin fyri stigum er kortini størst móti finnum, sigur Jógvan Martin Olsen.