Stefan Radosavljevic gjørdi bæði málini í 2-2 javnleikinum hjá U21-landsliðnum móti íslendska U19-landsliðnum. Fyrra málið var av sonnum ein perla úr 20-22 metrum

——————

Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2 í venjingardystinum millum føroyska U21-landsliðið og íslendska U19-landsliðið, sum varð spældur á Svangaskarði á Toftum hósdagin, og í báðum føri var tað Stefan Radosavljevic, skoraði fyri Føroyar.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini í dystinum.