FSF Varpið: Stefan Radosavljevic er ein av spælarunum á føroyska U17-landsliðnum. Og fyri serbiska tvøradreingin hevur EM-endaspælið í Kroatia verið eitt stórt upplivilsi

– Úrslitini hava ikki verið akkurát soleiðis, sum vit høvdu vónað, men vit skulu kortini vera stoltir av, at vit hava spælt okkum til eitt endaspæl. Soleiðis sigur Stefan Radosavljevic tá tikið verið saman um EM-endaspælið í Kroatia.

 

Stefan Radosavljevic hevur serbiskar røtur, og dugir tí væl málið, ið verður tosað í Kroatia. Hann hevur tískil verið føroyska hópinum ein stór hjálp, bæði á og uttanfyri vøllin.

 

FSF Varpið fekk orðið á unga tvøradreingin, stutt eftir at føroyski hópurin hevði verið og spákað sær ein túr, sum liður í fyrireikingunum til dystin ímóti Ungarn.