Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum hóskvøldið tapti 12-0 í HM-undankappingardysti á útivølli móti Spania
——————
Talan gjørdist um føroyskt stórtap á La Cartuja de Sevilla leikvøllinum í suðurspania hóskvøldið. Sponsku vertirnir vístu ræðandi styrki, og vunnu 12-0, eftir 5-0 leiðslu í hálvleikinum.
Tað sást beinanvegin, at spanska kvinnulandsliðið telist millum tey bestu í heiminum, og í verandi løtu eru tær nummar 10 á styrkislistanum hjá FIFA.
Hjá føroysku kvinnunum ræður nú um at gloyma handan dystin, og síggja fram ímóti næstu uppgávu, sum verður á útivølli móti Ungarn fríggjadagin 8. apríl komandi ár.
Kvinnulandsdysturin móti Spania hóskvøldið var samstundis seinasti landsdystur við føroyskari luttøku í hesum árinum.
Støðan og leikskráin í bólki B sæst H E R
Fotografur: Bjarni Enghamar