Fríggjadagin fer kvinnulandsliðið undir nýggja UEFA Nations League kapping. Føroyar leggja fyri á útivølli móti Slovakia, sum verður mett at vera sterkasta liðið í bólkinum
Tíðliga týsmorgunin setti føroyska kvinnulandsliðið kós ímóti Trnava í Slovakia, har fyrsti dysturin í nýggju UEFA Nations League kappingini verður spældur í morgin, fríggjadagin 21. februar klokkan 18:00.
Aftaná venjingina mikukvøldið fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Pætur Smith Clementsen.
Hini londini í bólkinum eru Gibraltar, sum Føroyar møta týsdagin í næstu viku, og Moldova. Dysturin móti Slovakia í annaðkvøld kann stroymast beinleiðis á kvf.fo.