Við avbera góðum stríðsvilja megnaðu U21 dreingirnir at skapa stóran spenning í dystinum, sum kroatar tó endaðu við at vinna 4-2
Tað vóru kroatiskir spælarar av teimum høgu evropeisku hyllunum, sum vitjaðu við Djúpumýru í kvøld, og samanumtikið var tað helst eisini betra liðið, sum at enda vann dystin. Men talan gjørdist um ein spennandi dyst, har føroyska liðið gav gestunum skarpan gang.
Tað vóru eisini føroyingar, sum fingu fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum, tá ið Áki Samuelsen varð spældur leysur. Tíverri fór skotið beint framvið málinum og áðrenn nakar visti av, høvdu kroatar vent spælinum og lagt seg á odda í hinum endanum við einum vælspældum álopi, sum endaði við, at Roko Simic hegnisliga skoraði til 1-0.
Hóast málið mundi vera ein beiskur biti hjá føroyska liðnum at svølgja, so komu teir væl fyri seg og spældu stóran part av tíðini væl upp við mótstøðuna, eisini hóast teir til tíðir vóru kroystir nakað langt aftur ímóti egnum brotsteigi. Tað gjørdi seg eitt nú galdandi beint fyri hálvleik, tá ið Veldin Hodza við einumavbera góðum langskoti økti um kroatisku leiðsluna.
2-0 støðan helt sær til steðgin, og í 75. minutti sá alt nærum liðugt út, tá Dion Beljo legði Kroatia á odda 3-0. Men dysturin vísti seg at vera alt annað enn liðugur. Minuttin eftir kroatiska málið kom Gutti Dahl Olsen á vøllin fyri Føroyar, og bert tveir minuttir seinni revsaði hann kroatisku verjuna fyri eitt heldur trilvandi útspæl við at minka um munin.
Málið tóktist geva føroysku spælarunum nýggja orku til síðstu minuttirnar, og í 82. minutti var aftur málfagnaður við Djúpumýru. Tá var tað eitt høgt innlegg, sum Gullbrandur Øregaard fyrst stútaði móti málinum, og har stóð Gutti aftur klárur at beina bóltin í málið tili 3-2. Eitt megnar avrik og brádliga livdi vónin um stig móti Kroatia.
Hesum spældu dreingirnir eisini at álvara fyri seinastu minuttirnar av dystinum. Teir góvu alt í stríðnum fyri útjavnandi málinum, men tíverri gav hetta at enda kroatum ein møguleika fyri at staðfesta sigurin, sum teir tóku av beint fyri leiklok. Við endaliga úrslitinum 4-2 mundi tað lætna hjá gestunum at hoyra seinasta bríkslið frá dómaranum, meðan føroyska liðið – hóast iðran um tapið – kunnu vera ernir um avrikið í dystinum og úrslitunum í hesum landsliðsvindeyganum.
Hetta er eisini í tráð við kensluna hjá Eyðuni Klakstein, landsliðsvenjara nú eftir dystin.
– Eg eri vónbrotin um úrslitið, men rímiliga væl nøgdur við avrikið og errin av hugburðinum og viljanum hjá spælarunum. Teir stríddust manniliga allan dystin, góvu ongantíð upp og skaptu spenning um úrslitið við framúr comebacki. Hetta liðið hevur nakað serligt í sær, teir geva aldrin upp, teir arbeiða um mørk, og tað fer at vísa seg í avrikum og úrslitum í komandi dystum, sigur hann við heimasíðuna hjá FSF.
Við sigrinum móti Hvítarusslandi í farnu viku og javnleikinum móti Andorra fyrr í ár, hava Føroyar 4 stig í hesari EM undankappingini. Næsti dystur á skránni hjá U21 dreingjunum er útidystur móti Andorra 12. oktober.
Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.