Vilt tú vera við til at geva øllum børnum í Føroyum møguleikan at spæla fótbólt? So er tað allarhelst tær, ið vit leita eftir
Fótbóltssamband Føroya søkir eftir einum starvsfólki í fulltíðarstarv til burturav at arbeiða við at allir føroyingar fáa møguleika at spæla fótbólt. Starvið er ein trý ára verkætlan, sum verður framd í samstarvi við UEFA.
Fótbóltssamband Føroya hevur samtykt eina strategi, sum millum annað innber at talið av fótbóltsleikarum skal hækka frá 10% til 15% av fólkatalinum.
Føroyskur fótbóltur tekur í næstum enn eitt týðandi og søguligt fet fram á leið, tá ið Fótbóltssamband Føroya fer at seta eitt “grassroots” starvsfólk. Høvuðsuppgávan verður at arbeiða við, at øll børn í Føroyum fáa møguleika at spæla fótbólt og somuleiðis at eggja teimum at halda á at spæla.
Saman við feløgunum, og við støði í avbjóðingunum hjá hvørjum øki sær, verða stig tikin til at skapa karmar og tiltøk, sum geva øllum børnum møguleika at spæla fótbólt, og sum harafturat eggja øllum børnum og ungum at halda á at spæla fótbólt.
Okkum tørvar
Tú brennir fyri, at børn og ung spæla fótbólt. Tú hevur gott hugflog. Ert útatvend/-ur og torir at traðka fram. Harumframt ert tú fús/-ur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber í sær. Starvið krevur nógva ferðing innanlands, og verður ein partur kvøldarbeiði. Av tí at tú í stóran mun fert at arbeiða sjálvstøðugt, krevst at tú torir at taka avgerðir.
Tað er ein fyrimunur, um tú
– hevur yvirornað innlit í føroyskan fótbólt
– hevur royndir við ungdómsarbeiði
– hevur vitan um menningina hjá børnum
– hevur góð samstarvsevni
– ert væl skipað/-ur
– dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum
– hevur telduførleikar á brúkarastigi
– hevur koyrikort
Vit bjóða tær
Tú sleppur at arbeiða við tí mest spennandi tilfeinginum í Føroyum, sum er børnini. Arbeiðið verður sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur av tekniska stjóranum og hansara toymi. Tú fært góðar umstøður at røkja starvið, og lønin verður sambært avtalu.
Umsókn og freist
Ert tú áhugað/-ur í starvinum, send so eina umsókn við prógvum og viðmælum til [email protected] og skriva, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum “grassroots” starvsfólk. Freistin at søkja er mánadagin 16. apríl 2018.
Hevur tú spurningar í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Pætur S. Clementsen, tekniska stjóra í FSF, á telefon 29 19 64 ella um teldupost [email protected].
Høvuðsendamál Fótbóltssamband Føroya er at fyriskipa fótbóltskappingar og fótbóltstiltøk, og støðugt menna, stuðla og vekja áhuga fyri fótbóltsspælinum. 4.800 virknir fótbóltsleikarar eru í Føroyum. Bæði kvinnur og menn, ung og gomul spæla fótbólt, og uppaftur fleiri fylgja liðunum. Fótbóltur er tí týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum familjum og føroysku miðlunum. FSF varð stovnað í 1979, og í dag arbeiða 11 starvsfólk í umsitingini hjá FSF umframt venjarar og onnur hjálparfólk.