Skráin fyri ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum verður 28. og 29. februar, er nú klár. Á skránni verður millum annað fyrilestrar við venjarum, ið hava arbeitt fyri Lyngby BK og FC Keypmannahavn, og nýggja landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson
Fríggjadagin 28. og leygardagin 29. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Ástøðiliga parturin verður í B36-húsinum, meðan tann praktiski parturin av ráðstevnuni verður á Tórsvølli.
Skráin fyri ráðstevnuna er nú komin upp á pláss, og umframt nýggja føroyska landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, fáa vit eisini vitjan av Nicas Kjeldsen, ið dagliga er talentstjóri í ungdómsakademinum hjá Lyngdby BK, og Thomas Lollike Christensen, ið starvast sum leiðari av barnafótbóltinum í KB, sum er partur av FC Keypmannahavn.
Nicas Kjeldsen hevur drúgvar royndir við venjing av ungdómi, og hevur Lyngby BK í nógv ár verið kent fyri at uppala leikarar til stóru landskappingarnar kring Evropa. Hetta, hóast felagið hevur eina sera avmarkaða stødd, samanborið við nógv onnur feløg.
Thomas Lollike Christensen arbeiðir í dag við heilt ungum spælarum í KB, men hevur eisini drúgvar royndir við ungdómi. Millum annað hevur hann verið venjari hjá U19-liðnum hjá Lyngdby BK í fleiri ár. Thomas er harafturat útbúgvin innan ítrótt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn við sergrein í talentmenning og yvirgongd frá ungdómi til vaksin. Hetta evnið verður eisini partur av hansara íkasti til ráðstevnuna
Impulstímar og luttøkugjald
Ráðstevna um barna- og ungdómsfótbólt telur 10 impulstímar til endurnýggjan av UEFA B og UEFA A licensum.
Kostnaðurin fyri at taka lut á ráðstevnuni er 1.000 kr. pr. luttakara. Um okkurt felag meldar fleiri enn 5 luttakarar til, er kostnaðurin 500 fyri luttakara nummar 6 og uppeftir.
Tilmelding til ráðstevnuna fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 17. februar 2020.
Skráin
Fríggjadagin 28. februar 2020
Kl. 17:00 | Vit bjóða kaffi v.m. í B36-húsinum | |
Kl. 17:15 | Vælkomin, skrá og ymisk kunning | Pætur Clementsen |
Kl. 17:45 | Grassroots | Christina Ravnsfjall |
Kl. 18:15 | Døgurði í B36-húsinum | |
Kl. 19:00 | “Talentverksmiðjan” Lyngby BK | Nicas Kjeldsen |
Leygardagin 29. februar 2020
Kl. 09:00 | Dystarkrøv til landsliðsfótbólt | Jógvan Martin Olsen |
TRÝ YMISK TEMA | ||
Kl. 10:00 | Málmansvenjing | Jens Martin Knudsen |
Kl. 10:45 | Venjing | Jens Martin Knudsen |
Kl. 11:45 | Samanumtøka | |
Kl. 10:00 | Venjingarhættir | Nicas Kjeldsen |
Kl. 10:45 | Venjing | Nicas Kjeldsen |
Kl. 11:45 | Samanumtøka | |
Kl. 10:00 | Venjingartilfar | Eli Hentze |
Kl. 10:45 | Venjing | Jens Erik Rasmussen |
Kl. 11:45 | Samanumtøka | |
Kl. 12:00 | Døgurði í B36-húsinum | |
Kl. 12:45 | Ástøði um yvirgongd frá ung- dómi til vaksin | Thomas L. Christensen |
Kl. 13:45 | Venjing | Thomas L. Christensen |
Kl. 15:00 | “Vejen til U21 EM-guld í 2015” | Håkan Ericson |
Kl. 16:00 | Samanumtøka | Pætur Clementsen |
Kl. 16:00 | Stórsteypadystur kvinnur | |
Kl. 19:00 | Stórsteypadystur menn |