Nú er greitt hvussu liðini møtast í steypakappingini hjá kvinnum. John Petersen og Tróndur Arge stóðu fyri lutakastinum, sum var í FSF-húsinum týsdagin 19. apríl
Í FSF Varpinum hesaferð verður lutakastið um, hvussu liðini skulu møtast í steypakappingini hjá kvinnum, avgreitt.
Og tað verða nakrir spennandi dystir á skránni í innleiðandi umfarinum og í hálvfinalunum, sum verða spæld ávikavist 1. mai, 22. mai (fyrru hálvfinalurnar) og 22. juni (seinnu hálvfinalurnar.