Føroyska U21-landsliðið skal spæla tveir undankappingardystir í oktober mánað, og fyri fyrstu ferð verður heimavøllurin í Klaksvík

——————

Hósdagin 7. oktober 2021 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá U21-landsliðið trínur á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík.

Síðan Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur heimavøllurin verið á Svangaskarði, á Ovara vølli í Havn ella á Tórsvølli. Men til komandi dyst verða tað klaksvíkingar, ið sleppa at hýsa U21-landsliðnum.

Tveir dystir eru á skránni í hesum umfarinum. Tann fyrri verður við Djúpumýru hósdagin 7. okotber klokkan 14:00 móti Norðurmakedónia, og fimm dagar seinni, týsdagin 12. oktober skal føroyska liðið møta Ukraina á útivølli.

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, og fyrrapartin mánadagin setti hann navn á teir 21 spælararnar, ið eru úttiknir til komandi avbjóðingar.

Hópurin
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Andrias Edmundsson, CDA Águilas FC (Spania)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Áki D. Samuelsen, HB
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Ragnar Skála, AB
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Steffan Abrahamsson Løkin, B68
Jonn Johannessen, KÍ

Atgongumerki á 95 krónur til dystin móti Norðurmakedónia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðni hjá FSF.