Føroyska U21-landsliðið gav Spania ein skarpan gang, men eins og í dystinum fyri einum mánað síðan, vunnu spaniólar aftur hesaferð 2-0

——————

Í meir enn ein tíma megnaði føroyska U21-landsliðið at halda spaniólum frá at skora, men tá 67 minuttir vóru spældir eydnaðist heimaliðnum á Marbella Stadion í suðurspania at koma á odda, og tríggjar minuttir fyri leiklok slerdu spaniólar 2-0 sigurin fastan.

Spanska liðið legði trýst á føroyingarnar meginpartin av dystinum, men okkara stríddust væl, og komu eisini fram til onkrar góðar støður. Trýstið á føroyska málið øktist eftir hvíldina, og um miðan seinni hálvleik legði Adria Pedrosa Spania á odda.

Tepra leiðslan helt sær til stutt fyri leiklok, tá Roberto Lopez økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

– Samanumtikð eru vit nøgdir við avrikið hjá okkara spælarum. Vit vóru væl við fyrsta partin av dystinum, og megnaðu at verja fyri sponsku stjørnunum, men teir høvdu munin, sigur Hegga Samuelsen í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin í komandi viku skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá útidysturin móti Kasakstan er á skránni.

Spania er greitt oddalið í bólkinum. Nú ein dystur er eftir at spæla í hesari undankappingini, hava spaniólar 25 stig, tíggju stig meir enn Norðurmakedónia, sum er nummar 2 við 15 stigum. Føroyar eru á 6. plássið við 6 stigum

Myndir: Marina San Miguel Navas