Føroysku landsliðsspælararnir gleða seg til dystin leygarkvøldið, og eisini venjarin, Lars Olsen er spentur til stóru uppgávuna at møta grikkum aftur
Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður á Tórsvølli komandi leygarkvøld klokkan 19:45.

Føroyska liðið hevur verið saman síðani mánadagin, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri. Tó er í løtuni ivasamt, um Hallur Hansson og Árni Frederiksberg, ið báðir hava smávegis skaðar at dragast við, blíva klárir til dystin ímóti grikkum.

– Lagið í hópinum er gott, og vit hava eisini havt nakrar góðar venjingar í vikuni. Vit gleða okkum til dystin, men hatta verður ein stór uppgáva, og vit mugu ikki billa okkum inn, at vit eru favorittar, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Landsdysturin millum Føroyar og Grikkaland verður floytaður í gongd klokkan 19:45. Útselt er til dystin, og tí heitur FSF á áskoðararnar, um at koma í góðari tíð. Og til 2.000 tey fyrstu, ið møta á Tórsvølli komandi leygarkvøld, letur Bakkafrost ókeypis brellbita við laksi og eplamorli.

Myndir