Tað gekk eitt sindur upp og niður gjøgnum tað mesta av dystinum, men at enda drógu okkara longra stráið


– Hetta var ein harður og til tíðir nokkso tungur dystur at spæla, men vit vístu ein fantastiskan stríðsvilja og komu væl aftur seinastu løtuna. So hetta kennist sum ein ótrúliga søtur sigur, sigur Jensa Kannuberg Tórolvsdótttir við heimasíðuna hjá FSF eftir fyrra dystin í Baltic Cup, sum Føroyar í dag vunnu móti Lettlandi.

Ein føroysk dreymabyrjan gjørdist veruleiki, tá Heidi Sevdal legði Føroyar á odda longu í triðja minutti, og føroyska yvirvágin helt sær eisini størsta partin av fyrra hálvleiki. Fleiri ferðir brendi veruliga á frammanfyri lettlendska málið, men 1-0 støðan helt sær heilt til hálvleiks.

Eftir steðgin kom Lettland munandi meira við, og áðrenn Føroyar veruliga hevði funnið stevið, var støðan 2-1 til Lettland. Men við góðum stríðsanda komu okkara kvinnur fyri seg og vendu dystinum seinastu løtuna.

Fyrst var tað Rúna Jacobsen, sum við áhaldandi trýsti vann sær ein málmøguleika, sum hon umsetti til sítt fyrsta landsliðsmál, og so stóð á jøvnum 2-2. Tankarnir byrjaðu so smátt at snúgva seg um eina møguliga brotssparkskapping, tá Ásla Johannesen stutt fyri leiklok smekkaði bóltin í netið til 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Hini bæði liðini í kappingini – Estland og Litava – spæla móti hvørjum øðrum í kvøld, og vinnarin av tí dystinum verður sostatt mótstøðulið hjá føroyingum í finaluni sunnudagin.