Úrslitið koppaði rætta vegin í dystinum móti Montenegro, har Stefan Radosavljevic gjørdist matchvinnari


Vónirnar til U21 landsliðið vóru góðar undan dystinum, hóast Montenegro var greitt omaná, tá liðini seinast hittust síðsta heyst. Føroyar hava seinastu dystirnar víst góðar dygdir, bæði við sigrinum móti Ísrael og seinast við einum avbera góðum avriki móti Spania. Og aftur í kvøld livdu ungu garparnir upp til allar vónir. 

Í einum dysti, sum í síni heild gekk rímiliga javnt fyri seg, var føroyska liðið spælstýrandi og skapandi í góðum løtum, meðan teir í verjupartinum við hegni og hepni forðaðu montenegrum í at skora. 

Einasta málið í dystinum kom í 29. minutti. Adrian Justinussen slapp avstað í vinstru síðu, og sendi bóltin innfyri, har Stefan Radosavljevic við hælinum setti hann hegnisliga í netið. 

Við sigrinum koma Føroyar upp á seks stig, og liðið hevur nú tveir dystir eftir í hesari undankappingini. Báðir eru á útivølli, hin fyrri móti Spania 12. november og hin seinni 17. november móti Kasakstan.

Myndir: Heri Joensen