Sonni Ragnar Nattestad, Patrik Johannesen og Pætur Petersen eru boðsendir til landsdystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi, meðan Brandur Olsen, ið er vorðin skaddur, hevur givið avboð


Leygardagin 7. september fer manslandsliðið undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping. Føroyar eru hesaferð í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia.

Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hópin til komandi uppgávur, og nú er greitt, at Sonni Ragnar Nattestad úr 07 Vestur, Patrik Johannesen, ið spælir fyri Breiðablik í Íslandi, og Pætur Petersen úr KÍ leggjast aftur at hópinum, ið hevur sína fyrstu venjing týsdagin.

Samstundis hevur Brandur Olsen úr Fredrikstad í Noregi givið avboð. Brandur er vorðin skaddur, og verður ikki nóg birgur til dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, ella á atgongumerki.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september kl. 17:00, tá Lettland tekur ímóti á Skonto Stadion í Riga.