FSF Varpið: Sølvi Vatnhamar væntar ein strævnan dyst ímóti Andorra, men hevur føroyska liðið tol, so fáa vit nokk eitt gott úrslit

Aftaná seinastu venjingina, áðrenn sjálvan dystin ímóti Andorra, sum verður leygardagin klokkan 17:00, føroyska tíð, fekk FSF Varpið orðið á Sølva Vatnhamar. Og fryntligi leirvíkingurin sær við spenningi fram ímóti stóru avbjóðingini á Estadio Nacional.

 

– Fyri okkum, sum spæla í Føroyum, er hesin vøllurin eingin trupulleiki, og ivasami graslíkasvøllurin skal heldur ikki verða nøkur umbering, um føroyska liðið fær trupulleikar ímóti Andorra.

 

– Vit hava sæð eitt sindur av video, og tað er einki at ivast í, at tað verður eitt hart-arbeiðandi lið, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Sølvi Vatnhamar við FSF Varpið, sum kann síggjast niðanfyri.