Tað var øgiliga tætt í oddinum, men tá avtornaði vann Sølvi Vatnhamar úr Víkingi heiðurin, at hava skorað ársins mál í EFFO-deildini 2016
– Eg eri sjálvandi øgiliga glaður fyri hendan heiður, og sum heild hevur hetta árið hepnast væl, sigur Sølvi Vatnhamar, sum á ársins seinasta degi fekk handað heiðurin, at hava skorað ársins mál.

Seinastu vikuna hava vitjandi á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya kunnu atkvøtt um, hvat mál skal verða ársins mál 2016 í EFFO-deildini.

Atkvøðugreiðslan varð skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ítróttarjournalistunum og ”Serfrøðingunum” á FSF.fo, Leivur Frederiksen, Tróndur Arge og Jákup Ósá taldu hina helvtina.

Tá allar atkvøðurnar, bæði tær á heimasíðuni og tær hjá Serfrøðingunum vóru taldar saman, var tætt – øgiliga tætt – ímillum Sølva Vatnhamar og Súna Olsen. Fínteljing mátti til, og tá avtornaði fór miðvallarin úr Víkingi, Sølvi Vatnhamar avstað við heiðurinum at hava skorað ársins mál 2016 í føroyskum fótbólti.

Umframt heiðurin og eina plátu, við áskriftini ”Ársins Mál 2016”, fær Sølvi Vatnhamar eisini eitt gávukort á 1.000 krónur frá EFFO.

 

Fyrr í ár var fryntligi leirvíkingurin við til at vinna føroyameistaraheitið við Víkingi, og stutt eftir at kappingin endaði bleiv Sølvi Vatnhamar valdur til ársins spælara.

 

– Spell at vit ikki vunnu Løgmanssteypið eisini. So hevði fótbóltsárið verið fullkomið, sigur Sølvi Vatnhamar at enda við heimasíðuna hjá FSF.

Tey tíggju málini, ið vóru tilnevnd, kunnu síggjast niðanfyri.