Mánadagin varð Cristiano Ronaldo valdur til hemsins besta fótbóltsspælara í 2016, og hjá kvinnum fór Carli Lloyd avstað við sigrinum. Her er yvirlit yvir, hvussu føroysku umboðini atkvøddu
Cristiano Ronaldo var heimsins besti fótbóltsspælari hjá monnum í 2016, og hjá kvinnum fór heiðurin til Carli Lloyd úr USA. Tað er FIFA, ið stendur fyri tiltakinum, og tey, ið atkvøða eru landsliðsvenjarar, landsliðsliðskiparar og fjølmiðlafólk.

– Eg valdi Ronaldo sum nummar 1. Hann vann bæði Champions League og bleiv europameistai við Portugal í fjør. So í minum hugaheimi hevur hann uppiborið heiðurin, sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen.

Endaliga úrslitið hjá monnum:
1. Cristiano Ronaldo – 34,5%
2. Lionel Messi – 26,4%
3. Antoine Griezmann – 7,5%

Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Rannvá B. Andreasen, var ongantíð í iva um, at hennara atkvøða skuldi til liðskiparan á amerikanska landsliðnum, Carli Lloyd.

– Eg havi sæð nakrar dystir sum USA hevur spælt, og tá hevur Carli Lloyd altíð verið rættuliga dominerandi á amerikanska miðvøllinum. Hon gongur altíð á odda, skorar nógv týdningarmikil mál og til OL í summar var hon uttan iva ein av bestu spælarunum í kappingini.

– Tað er annars ikki lætt at fylgja við í kvinnufótbólti úti í heimi. NRK vísur eitt sindur frá norskum kvinnufótbólti, og tá endaspøl eru, síggjast onkrir dystir á EuroSport. Annars ræður um at finna út av nær dystir verða spældir, og síðani prøva at leita eftir stroymingini á internetinum, sigur Rannvá B. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Endaliga úrslitið hjá kvinnum:
1. Carli Lloyd – 20,7%
2. Marta – 16,6%
3. Melanie Behringer – 12,3%

Niðanfyri sæst yvirlit yvir, hvussu øll tey føroysku umboðini, Lars Olsen, Atli Gregersen, Rannvá B. Andreasen, Pætur Clementsen og Símun Christian Olsen atkvøddu til FIFA Football Awards.

Ársins spælari hjá monnum

Atli Gregersen
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
Gareth Bale

Lars Olsen
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Luis Suarez

Símun Christian Olsen
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Luis Suarez

—–

Ársins spælari hjá kvinnum:

Rannvá B. Andreasen
1. Carli Lloyd
2. Christine Sinclair
3. Melania Behringer

Pætur Clementsen
1. Carli Lloyd
2. Christine Sinclair
3. Melania Behringer

Símun Christian Olsen
1. Carli Lloyd
2. Lotta Schelin
3. Marta

—–

Ársins venjari hjá monnum:

Atli Gregersen
1. Claudio Ranieri
2. Fernando Santos
3. Chris Coleman

Lars Olsen
1. Fernando Santos
2. Claudio Ranieri
3. Zinedine Zidane

Símun Christian Olsen
1. Claudio Ranieri
2. Fernando Santos
3. Luis Enrique

Endaliga úrslitið:
1. Claudio Ranieri
2. Zinedine Zidane
3. Fernando Santos

—–

Ársins venjari hjá kvinnum:

Rannvá B. Andreasen
1. Silvia Neid
2. Pia Sundhage
3. Gerard Precheur

Pætur Clementsen
1. Silvia Neid
2. Pia Sundhage
3. Gerard Precheur

Símun Christian Olsen
1. Jill Ellis
2. Pia Sundhage
3. Silvia Neid

Endaliga úrslitið:
1. Silvia Neid
2. Jill Ellis
3. Pia Sundhage

Yvirlit yvir, hvussu allir venjarar, liðskiparar og fjølmiðalfólk atkvøddu sæst her: FIFA Football Awards 2016-2017 / Atkvøður