Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, tá árligi aðalfundurin hjá FSF varð hildin á Tórsvølli leygardagin
——————
Talan gjørdist um eitt søguligt val, tá val til starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya var á skránni á árliga aðalfundinum seinnapartin leygardagin.
Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar sessirnar, ið skuldu mannast, og tá avtornaði, vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald.
Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk.
Starvsnevndin hjá FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason, Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen.
Myndir: Bjarni Enghamar