U19 landsliðið við gentum hevur við sigrum móti Malta og Armenia tryggjað Føroyum uppflyting til A-deildina í komandi EM undankapping


Tveir dystir og tveir sigrar. So greið var úrtøkan hjá U19 landsliðnum við gentum í EM undankappingini, har Føroyar í hesum umfarinum vóru í bólki B4 saman við Malta og Armenia. 

Eftir eina seinkaða fráferð úr Føroyum kom landsliðið upp á pláss í Yerevan eitt samdøgur seinni enn ætlað, og fyrireikingartíðin til fyrra dystin var tí avmarkað, men hetta sást avgjørt ikki aftur á føroyska avrikinum móti Malta, og sum heild er Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari avbera væl nøgdur við hugburðin hjá spælarunum til kappingina. 

– Fyrri dysturin móti Malta var eitt megnar avrik av okkara leikarum. Talan var um ein javnan dyst, har vit eru á odda í hálvleikinum, men koma síðani afturum 1-2 í 76. min. Okkara leikarar stríðast tó fyrimyndarliga víðari og megna at fáa nøkur góð mál í 81., 84. og 88. minutti, so vit vinna 4-2. Ein fantastiskur sigur, sum vit øll fegnaðust um, greiðir landsliðsvenjarin frá.

Føroysku málini í 4-2 sigrinum móti Malta. Malena Olsen, 40′, Lisa Haraldsen, 81′ & 84′ og Anna Brændstrup, 88′

Við sigrinum móti Malta vóru útlitini fyri einum søguligum úrsliti góð, tí frammanundan var greitt, at Malta hevði vunnið stórt móti armensku vertunum, sum Føroyar nú skuldu spæla ímóti. Og føroysku genturnar livdu væl og virðiliga upp til tað, sum varð væntað av teimum.

– Seinni dysturin var heldur ørvísi. Armenia var ikki so gott sum Malta, men tær stríddust sera væl í regninum og váta vøllinum, har okkara leikarar høvdu ilt við at fáa gongd á flótandi spælið. Tíbetur er hugurin at stríðast altíð til staðar hjá okkara leikarum, og fingu vit tvey mál í fyrra hálvleiki, annað eftir beinleiðis fríspark og tað seinna eftir horna. Í seinna hálvleiki royndu vit at fáa fleiri mál, men tað eydnaðist ikki. Vit kunnu tó gleðast um at dysturin ongantíð bleiv spennandi og vit høvdu tamarhald á støðuni, sigur landsliðsvenjarin um seinna dystin.

Føroysku málini móti Armenia: Sólja Ernstdóttir, 26′ og Malena Olsen, 45+1′

Sum vinnari av bólki B4 verða Føroyar fluttar upp í A-deildina til næstu undankapping. Hetta er fyrstu ferð eftir nýggja kappingarleistinum, at eitt føroyskt ungdómslandslið flytir upp í A-deildina, og hetta søguliga avrikið er gentunum sera væl unt, sigur ein errin landsliðsvenjari.

– Tað, sum hevur eyðkent hendan bólkin av leikarum, er teirra góði hugburður og viljin at fáa sum frægast burturúr øllum støðum, sum vit koma í. Tær hava arbeitt hart ígjøgnum alt og tað hevur verið ein fragd at sæð tær ment seg hesi árini. Eg unni teimum so hjartaliga at hava framt hetta bragdið av einum úrsliti og skrivað fótbóltssøgu – tað hava tær uppiborið, staðfestir Pætur S. Clementsen. 

Tað er tó eisini við einum veti av sorgblídni, at hópurin nú rundar kappingina av og fleiri av teimum í summar gerast ov gamlar til U19 landsliðið. 

– Tað er eitt sindur sorgblítt at staðfesta, at tíðarskeiðið hjá fleiri av spælarunum á U19 er komið at enda. Men vit gleða okkum til at fylgja teimum víðari á fótbóltsleiðini, umframt at vit gleða okkum til at taka við nýggjum og enn størri avbjóðingum í heyst saman við 05/06 árgangunum, sigur Pætur Smith Clementsen at enda.