Talan var um søguliga dómarakvartett, sum sunnudagin dømdi áttandapartsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið millum B68 og Víking
Tá toftamenn og víkingarnir úr Gøtu og Leirvík farna sunnudag spældu áttandapartsfinalu í kappingini um Løgmanssteypinum, var talan um ein søguligan dyst í føroyskum fótbólti.
Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð at dómarakvartettin – ið er mannað av fýra fólkum – var mannað av tveimum brøðrapørum.
Dómarin í dystinum, Dagfinn Forná (fyrr Olsen), og fjórði dómarin, Marner Olsen, eru brøður, meðan báðir hjálpardómararnir, Dan og Edvard Højgaard, eisini eru brøður. Tað er sermekt, og er ongantíð áður hent í føroyskum fótbólti. Teir umboða allir fýra NSÍ, tá teir døma.
Á vøllinum gjørdist úrslitið annars 6-1 til Víking, sum í fjórðingsfinaluni í steypakappingini skal spæla á útivølli ímóti B36. Fjórðingsfinalurnar verða spældar Skírhósdag, ið er hósdagin 13. apríl.