Í samband við dystin millum Føroyar og Grikkaland leygardagin 13. juni, hevur Strandfaraskip Landssins avgjørt at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli. Fráferðin av Havnini kl. 21:00 er flutt til kl. 22:00
Heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landssins, www.ssl.fo, boðar nú frá, at í samband við landsdystin á Tórsvølli millum Føroyar og Grikkaland leygardagin 13. juni, klokkan 19:45, verður ferðaætlanin hjá Smyrli broytt.
Fráferðin hjá Smyrli av Havnini klokkan 21:00 verður flutt til klokkan 22:00.
Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.