Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti hósdagin 4-0 fyri Slovenia, sum var á odda við tveimum í steðginum

Hósdagin spældi føroyska A-landsliðið við kvinnum sætta dystin í undankappingini til HM 2019, sum verður í Fraklandi. Mótstøðuliðið hesaferð var Slovenia, og úrslitið gjørdist 4-0 til slovenar, sum vóru á odda við tveimum málum í hálvleikinum.

 

Slovensku kvinnurnar høvdu sum heild tamarhald á dystinum, men í løtum sá heilt got út hjá føroyska liðnum, og við eitt sindur meir hepni og neyvleika, kundi úrslitið heilt sikkurt sæð betri út. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvar, og so spurdist ikki meir burturúr.

 

Næsti dystur hjá okkara kvinnum er longu um fimm dagar, týsdagin í komandi viku, tá Kekkia tekur ímóti.