Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Eysturríki. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 8-0
——————
Tað gekk als ikki eftir vild í fyrsta dystinum hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Eysturríki.
Mótstøðuliðið mikudagin var Slovenia, og úrslitið gjørdist 8-0 til slovenar, sum vóru á odda við fýra í hálvleikinum.
Hini bæði londini í bólkinum eru Eysturríki og Kosovo. Dysturin teirra millum endaði við teprum 1-0 sigri til Kosovo.
Leygardagin verður spælt aftur, og tá skulu okkara dreingir royna seg ímóti Eysturríki.