Patricia Hmirova, Tamara Moravkova og Klaudia Fabova stóðu fyri slovakisku málunum, tá føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið tapti 3-0 á Antona Malatinského Stadion í Trnava


Nummar 49 ímóti nummar 110 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Tað var munurin á kvinnulandsliðunum hjá Slovakia og Føroyum áðrenn dystin, og sum tíðin gekk á Antona Malatinského Stadion í Trnava, var hetta eisini munurin á liðunum fríggjakvøldið.

Okkara kvinnur fylgdu annars væl við frá fyrsta bríksli, men í avgerandi løtunum vóru tær á heimaliðnum meira avgjørdar, og tað var eisini í tráð við leikgongdina at Slovakia vann 3-0. Málini skoraðu Patricia Hmirova, Tamara Moravkova og Klaudia Fabova.

Týsdagin í næstu viku spæla Føroyar aftur í UEFA Nations League, tá Gibraltar, sum fríggjakvøldið tapti 1-0 fyri Moldova, tekur ímóti á Europa Point Stadion.

Stigatalva og leikskrá / Bólkur C1 (UEFA Nations League)

Myndir: Jóhanna Thomsen