Jógvan Martin Olsen hevur úttikið U19-landsliðið við dreingjum, sum frá 6. til 15. november skal til innleiðandi EM-undankapping í Bulgaria

– Vit royna at fyrireika okkum so væl sum tilber. Heimliga kappingin hjá hesum dreingjum endar um eina lítla viku, og síðani verða átta venjingar á skránni, áðrenn vit fara av landinum, og seta kós ímóti Bulgaria, sigur Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari.

 

Í døgunum 6. til 15. november fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til Bulgaria, har innleiðandi EM-undankapping er á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, verða Ongland og Ísland eisini við í kappingini.

 

– Hetta verður ein stór uppgáva, men vit fara eftir at avrika væl. Spælararnir eru væl fyri, og umframt at spæla í U18 ella við 1. deild, hava nakrir av teimum eisini roynt seg í EFFO-deildini. Harafturat hava vit tveir sum spæla uttanlands, so vit fara avstað við einum sterkum hópi, Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin

Rói Mørk Hentze, B36

Mathias H. Lamhauge, HB

Arnbjørn Svennsson, Víkingur

Petur í Túni Petersen, Víkingur

Andri Benjaminsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, Sunderland AFC (ENG)

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Mourits Heini Mortensen, NSÍ

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Tonnie Thomsen, Víkingur

Gilli Samuelsen, B36

Aksel Bjartalíð Danielsen, KÍ

Pætur Hentze, NSÍ

Hans Jákup Anfinnsson, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

 

– Sum áður sagt, so verða hetta ikki nakrir lættir dystir. Ongland hevur eitt av allarbestu U19-landsliðum í Europa. Bulgaria hevur eisini eitt sterkt lið, og so er tað Ísland, sum vit mangan samanbera okkum við. Men vit gleða okkum til kappingina.

 

– Vit skulu fyrst og fremst royna at menna spælararnar og liðið. Góði hugburðurin til dystirnar skal finnast fram, og at stríðast og arbeiða hart skal verða okkara vørumerki. Tað er eisini av stórum týdningi, at vit tora at spæla, sjálvt um mótstøðan er sterk, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Skráin

8. november Ongland – Føroyar kl. 18:30

11. november Bulgaria – Føroyar kl. 14:30

14. november Føroyar – Ísland kl. 14:30