Malena Josephsen, ið telist millum royndastu føroysku fótbóltsspælararnar, og frá 2004 til 2015 var fastur partur av landsliðnum, metir, at Føroyar mugu fáa stig úr øllum dystunum, um tær skulu spæla seg víðari úr innleiðandi HM-undankappingini

Í ellivu ár – frá 2004 til 1015 – spældi Malena Josephsen 41 ferðir við Merkinum á bringuni. Hon ‘elskaði hvørt sekund av tí’, og viðgongur at tað kennist torført ikki at vera partur av landsliðsarbeiðnum longur.

Malena, ið bæði kann spæla sum framherji og í verjuni, hevur kortini ikki latið luftina úr bóltinum enn. Hon spælir framvegis við KÍ, sum enn einaferð er favorittur at vinna FM-heitið, og hon fylgir eisini væl við, hvat rørir seg á landsliðspallinum.

Næstu dagarnir standa nakrir spennandi og avbjóðandi landsdystir fyri framman. Fyrrverandi landsliðsspælarin er bjartskygd, men metir, at úrtøka krevst hvørja ferð, landsliðið fer á vøllin.

– Føroyar hava møguleika at spæla seg víðari, men tað krevur, at vit fáa stig úr øllum dystunum. Tað krevur, at allir spælararnir raka dagin, at liðið er væl samansett, at liðið skorar upp á kjansirnar og at spælararnir taka ábyrgd.

– Nú verða dystirnir fyri fyrstu ferð spældir í Føroyum, og tað eigur at geva okkum ein lítlan fyrimun, tí nú kenna vit umstøðurnar, og vit kenna vøllin. Vónandi møta eisini nógv fólk upp og stuðla okkara liði, tí tað hava tær veruliga brúk fyri, sigur Malena Josephsen við heimasíðuna hjá FSF.

Ungt lið við nógvum royndum
Sum ein av virknastu og royndastu spælarunum í Føroyum hevur Malena verið partur av fleiri landsliðshópum, og KÍ’arin hevur sæð eina ørgrynnu av spælarum koma og fara. Hon slær fast, at hóast hetta liðið er millum tey yngru, sammett við onnur føroysk kvinnulandslið, hava spælararnir, ið mynda hópin hesaferð, lutfalsliga nógv við sær í skjáttuni.

– Fleiri av temum hava longu nógvar royndir, tí tær hava verið á landsliðnum í fleiri ár. Eisini hava allar spælt á okkara ungdómslandsliðum. Hetta er eisini alt spælarar, sum eru væl fyri tekniskt, og fleiri hava evnini at skapa okkurt sjálvar.

– Hesar kappingarnar krevja tó, at ein er væl fyri mentalt, tí støður koma, har ein er undir trýsti ella fær eitt mál ímóti sær. Tá krevst, at tær, sum hava verið við í nógv ár, traðka í karakter, sigur Malena.

Liva sum yrkisspælarar í eina viku
Føroyska liðið, undir leiðslu av Pæturi Smith Clementsen, hevur fyrireikað seg væl. Í fjør vóru millum annað venjingardystir og menningarkapping á skránni, og síðan hevur verið vant við innleiðandi HM-undankappingini í huga. Og nú skulu kvinnurnar standa sína roynd.

– Tær á hotelli, og tað verður bert hugsað um fótbólt í eina viku. Tær koma at liva sum professionellar, har fótbóltur, kostur og hvíld seta dagsskránnað. Á fundum verður tosað um mótstøðuliðini, og upptøkur verða greinaðar. Størstur dentur verður tó lagdur á, hvat føroyska liðið skal gera, og hvussu tær sjálvar skulu spæla, greiðir Malena frá.

Mótstøðuliðini eru Luksemborg, Montenegro og Turkaland. KÍ-veteranurin metir, at turkisku kvinnurnar verða torførasta mótstøðuliðið, men at tað er als ikki ómøguligt at fáa stig, kanska øll, ímóti Turkalandi. Tað er kortini serliga í dystunum móti Luksemborg og Montenegro, at stigini skulu fáast til høldar.

– Vit spældu 3-3 ímóti Montenegro til innleiðandi HM-undankapping í 2013, sum eisini var teirra fyrsti veruligi landsdystur. Vit hildu sjálvar, at vit burdu vunnið dystin. Tær hava síðani tikið lut í bæði EM- og HM-undankappingum, men úrslitini hava ikki verið góð. So vit skulu spæla okkara spæl, og skora upp á kjansirnar.

– Luksemborg verður mett at vera veikasta liðið í kappingini, og tað er eitt land, sum Føroyar skal vinna ímóti, um vit ætla okkum víðari, sigur Malena og leggur afturat, at nú er tað upp til spælararnar at fullføra tær uppgávurnar, sum tær hava fingið og gera sítt allarbesta og eitt sindur afturat. So kunnu tær ikki gera meira.

 

– Vónandi røkkur hetta á mál, og Føroyar spælir seg víðari HM-undankappingina, sum byrjar í heyst, sigur Malena Josephsen at enda við FSF.fo.

Fyrsti dystur í innleiðandi HM-undankappingini hjá føroysku kvinnunum verður spældur hóskvøldið 6. apríl kl. 19.30, tá Føroyar og Luksemborg møtast á Tórsvølli.

SKRÁIN

Hósdagin 6. apríl
Klokkan 15:00 Turkaland – Montenegro á Tórsvølli
Klokkan 19:30 FØROYAR – Luksemborg á Tórsvølli

Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro – FØROYAR á Tórsvølli
Klokkan 19:30 Turkaland – Luksemborg á Tórsvølli

Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR – Turkaland á Tórsvølli
Klokkan 13:00 Luksemborg – Montenegro á Ovara vølli í Gundadali