Skráin fyri venjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í komandi ári, er nú tøk. Tilsamans átta venjaraskeið verða í 2016
Skráin fyri ymisku venjaraskeiðini, ið Fótbóltssamband Føroya hevur ásett at verða í 2016, er nú tøk á heimasíðuni hjá FSF.

Fyribils eru átta venjara- og impulsskeið í umbúnað at verða í komandi ári, umframt próvtøkur fyri tey, ið fara undir B-venjaraskeiðið. B-próvtøkurnar verða um mánaðarskifti august-september.

Skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá FSF fýra til seks vikur frammanundan, umframt at innbjóðingar verða send feløgunum umvegis teldupost.

Øll skeið eru treytað av nóg góðari undirtøku, vanliga í minsta lagi 16 luttakarar. Kvinnur hava ókeypis atgongd til venjaraskeiðini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

A-venjaraútbúgvingin byrjar eftir ætlan í januar 2016. Nærri upplýsingar um A-útbúgvingina fáast við at venda sær til tekniska stjóran, Petur Simonsen, [email protected] ella við at ringja 29 19 77.

Yvirlit yvir venjaraskeiðini, ið eru ásett at verða í 2016, kunnu síggjast her:

Venjaraskeið 2016

Venjaraskeið 2016 (PDF)