Fríggjadagin og leygardagin verður árligi fótbóltsskúlin í Havn. Tað er HB, í samstarvi við FSF, sum aftur í ár stendur fyri fótbóltsskúlanum.
Árligi fótbóltsskúlin í Havn, sum HB, í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, verður í ár fríggjadagin og leygardagin, 14. og 15. august.

Byrjað verður fríggjadagin 14. august klokkan 13:00, og síðani verður hildið á til klokkan 17:00.

Leygardagin 15. august verður lagt fyri klokkan 10:00, og eftir ætlan verður vant og spælt til seinnapartin klokkan 15:00.

Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum og ungum í aldurinum 8 til 14 ár (fødd í 2001 til 2007).

Kostnaðurin fyri fótbóltsskúlan er 400 krónur, og skal peningurin flytast á konto 9181-138.666.4 áðrenn fótbóltsskúlin byrjar.

Gjaldið er fyri luttøku, mat, frukt, t-troyggju, luttøkubræv og ein bólt.

Upprunaliga skuldi fótbóltsskúlin verðið hildin tíðliga í juli mánaða, men í ár verður so roynt at hava fótbóltsskúlan hálvan august.

Skráin:
Fríggjadagin 14. august

Kl. 13:00 – 15:00 Venjing
Kl. 15:00 – 15:30 Matarsteðgur
Kl. 15:30 – 17:00 Venjing

Leygardagin 15. august
Kl. 10:00 – 12:00 Venjing
Kl. 12:00 -13:00 Døgurði (luttakararnir fáa døgurða í HB-húsinum)
Kl. 13:00 – 15:00 Venjing / Dystir