Tað endaði 4-0 til Portugal, tá føroyska U21-landsliðið hóskvøldið var á vitjan á Estadio de Sao Luis í Faro. Men tað var ikki fyrr enn í síðstu minuttunum, at dysturin í roynd og veru varð avgjørdur

——————

Leingi sá út til, at føroyska U21-landsliðið fór at sleppa av einum torførum útivølli við einum teprum tapi. Men tá estlendski dómarin floytaði av, stóð 4-0 til Portugal á máltalvuni.

Lat tað tó verða sagt beinanvegin, at betra liði vann. Men tað stóð kortini nógv á portugisunum, ið ikki megnaðu at avgera dystin fyrr enn í allar síðstu minuttunum, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Frá fyrsta bríksli setti heimaliðið seg á dystin, og eftir steðgin hildu portugisar fram við ágangandi spælinum. Teir vóru alla tíðina ein støðug hóttan, men føroyska verjan stóð væl, og í málinum spældi Ari Petersen ein góðan dyst.

Portugisiska trýsti gav úrslit í 52. minutti, tá Fábio Silva skoraði til 1-0. Okkara fullu tó ikki í fátt, og við eitt sindur av hepni javnaði Heini Sørensen lítla løtu seinni. Men málverjin hjá Portugal bjargaði væl, og so spurdist ikki meira burtur úr.

Sum dysturin leið var nógv, ið bendi á, at úrslitið fór at blíva ein tepur 1-0 sigur til heimamenninar á Estadio de Sao Luis í Faro, ið liggur heilt har suðuri í Portugal. Men tá tríggir minuttir vóru aftir av vanligu leiktíðini skrædnaði, og síðstu løtuna fingu portugisar trý mál afturat, og vunnu harvið 4-0.

Í hinum dystinum í bólkinum, ið eisini varð spældur hóskvøldið, vunnu kroatar 3-0 á útivølli móti Andorra.

Í september skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur. Hósdagin 5. september er útidysturin móti Kroatia á skránni, og týsdagin 10. september kemur Grikkaland á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Støðan og leikskrá / Bólkur G