Skotland er millum londini, ið A-landsliðið við monnum hevur spælt oftast ímóti, síðan Føroyar fóru upp á altjóða fótbólt í 1988

——————

Týsdagin klokkan 19:45 skal A-landsliðið við monnum aftur á vøllin, tá skotar koma á vitjan á Tórsvølli.

Talan er um dyst nummar 11 millum Skotland og Føroyar, síðan Føroyar fingu limaskap í UEFA og FIFA í 1988.

Í undanfarnu tíggju dystunum, hava 8 verið í EM-undankapping, ein í HM-undankapping, og ein venjingardystur. Tilsamans hava skotar vunnið átta ferðir, tvær ferðir er endað við javnleiki, meðan Føroyar framvegis eiga fyrsta sigurin til góðar.

Fyrsta stigið móti skotum kom í hús í juni mánað í 1999, tá Føroyar og Skotland spældu javnleik 1-1 á Svangaskarði. Og trý ár seinni, í september í 2002, gjørdist úrslitið 2-2.

Síðan 1988 hevur føroyska manslandsliðið spælt í alt 215 altjóða skrásettar A-landsdystir, móti tilsamans 49 ymiskum londum.

Atgongumerki til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Skotland, sum verður á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.