Føroyska A-landsliðið við monnum tapti 4-0 fyri Skotlandi í HM-undankappingardystinum á Hampden Park í Glasgow
——————
Lat tað verða sagt beinanvegin: Betra liðið á Hampden Park mikukvøldið vann dystin. Og sigurin var uppiborin.
Men 4-0 til heimaliðið var kanska ikki heilt í tráð við leikgongdina, og um eitt lítið sindur av hepni og avgerandi neyvleiki var við føroysku spælarunum, so fingu Føroyar eisini okkurt mál. Men soleiðis varð ikki, og øll stigini vóru verðandi í Skotlandi.
Skotar komu á odda í sjeynda minutti við máli sum John McGinn skoraði. Føroysku spælararnir reistust tó skjótt aftur, og lítla løtu seinni var heilt nær við at Brandur Olsen javnaði. Skálvíkingurin royndi seg við góðum skoti úr 20-25 metra fjarstøðu, men bara ein framúr bjarging frá skotska málverjanum gjørdi, at Skotland var á odda við einum í steðginum.
Í seinna hálvleiki settu skotar seg alt meir á dystin, og heimamenninir fingu eisini trý mál afturat, og vunnu til endans 4-0.
Føroyska liðið spældi annars væl til tíðir, og kom eisini til góðar støður. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, og so spurdist ikki meir burtur úr.
Í hinum báðum dystunum í okkara bólki vann Danmark 4-0 á útivølli móti Eysturríki, og í Moldova vann Ísrael 4-1.
4. og 7. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fyrst Ísland og síðan Liktinstein koma til Føroyar at spæla venjingardystir. Næstu HM-undankappingardystirnir eru á skránni fyrst í september mánað.
Myndir: Hans Erik Danielsen og Rob Casey / SNS Group