Fyri fyrstu ferð í ár máttu skálamenn av vøllinum við ongum í 1. deild hjá monnum. B68 vann 1-0 við máli sum Bjarki Johannessen skoraði trettan minuttir fyri leiklok
Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá B68 og Skála brustu saman á Svangaskarði fríggjadagin. Fyrstu trý korterini vóru skálamenn omaná, og tí kom tað illa við hjá gestunum, at Pætur Dam Jacobsen varð vístur av vølli beint fyri steðgin.

Við einum manni meir á vøllinum í seinna hálvleiki, komu toftamenn fyri seg, meðan Skála legði seg longur aftur á vøllin. Kortini komu skálamenn til nakrar góðar málmøguleikar, men í avgerandi løtum vóru teir ikki nóg neyvir.

Tá trettan minuttir vóru eftir at spæla royndi Bjarki Johannessen seg við góðum skoti nakað uttanfyri brotsteigin. Bólturin reyk upp í handara horn, eitt gott mál, og so varð 1-0 til B68.

Skála royndi at trýsta seinastu løtuna, men fleiri mál komu ikki. Tískil máttu skálamenn fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum við ongum í 1. deild hjá monnum.

Í FSF Varpinum niðanfyri er ein samandráttur frá dystinum ímillum B68 og Skála.