Í kvøld klokkan 19:15 skal manslandsliðið aftur á vøllin – hesaferð í venjingardysti á Brøndby Stadion, har Danmark tekur ímóti. Talan er um sjeynda dystin í A-landsliðshøpi við monnum millum Føroyar og Danmark

——————

Eftir ein góðan og tryggan 4-0 sigur á Liktinstein fríggjakvøldið, er ein heilt onnur mótstøða á skránni, tá manslandsliðið í kvøld klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð, trínur á Brøndby Stadion, har seinni venjingardysturin í hesum umfarinum verður spældur.

Føroyski landsliðshópurin hevur verið samlaður síðani mánadagin í seinastu viku. Fyrst nakrar dagar í Marbella í Spania, har hópurin hevur verið á venjingarlegu, og seinnapartin leygardagin varð kósin sett móti Keypmannahavn, har liðið hevur fyrireikað seg til venjingardystin móti dønum.

Seks ferðir áður hava Føroyar og Danmark møtt hvør øðrum í A-landsliðshøpi við monnum, og higartil hava danir drigið longra stráið í øllum dystunum. Men mangan hava okkara menn givið danskarunum ein skarpan gang, og vit skulu ikki meir enn tvey ár aftur í tíðina, tá tað akkurát eydnaðist Danmark at vinna 1-0 á Tórsvølli. Avgerandi málið fingu teir tá heilt fáir minuttir vóru eftir at spæla, og aftaná at føroyska liðið hevði rakt tvørtræið.

Vit minnast eisini løtuna í Parkini, tá Klæmint Andrasson Olsen minkaði um munin til 2-1, eftir at føroyska liðið, við einum ótrúligum 12. manni í rygginum, hevði trýst danir aftur á vøllin.

Í kvøld stendur eisini heiður og æra upp á spæl, og vónandi verða tað aftur fleiri føroyingar, ið verða at síggja á Brøndby Stadion og stuðla okkara monnum.

Kring leikvøllin í Brøndby er pláss fyri umleið 26.000 áskoðarum til landsdystir, og seinasta nýggja frá DBU er, at higartil eru næstan 19.000 atgongumerki seld.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá danska fótbóltssambandinum, og á heimasíðuni hjá FSF.