Her ber til at síggja tey sjey málini, sum vórðu skoraði í Betri Deildini hjá kvinnum farna hóskvøld

——————

Klaksvíkskvinnur halda fram við at vinna, og hava lagt sjógv millum seg og hini liðini. Hóskvøldið varð fult umfar spælt í Betri Deildini hjá kvinnum, og tilsamans sjey mál vórðu skoraði í teimum trimum dystunum.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini.

Sunnudagin eru dystirnir hesir: B36 – HB, NSÍ – KÍ og EBS/Skála – ÍVB.