07 Vestur er nú eisini umboðað á kvinnulandsliðnum, eftir at Sissal Haraldsen legðist afturat hópinum í gjár


A-landsliðið við kvinnum er nú savnað á venjingarlegu, har tveir vinardystir móti Andorra eru á skránni. Undan samlingini hava Lea Lisberg og Anna Sunadóttir Hansen givið avboð, og harumframt eru ávísir skaðaspurningar í hópinum. Landsliðsvenjarin hevur úttikið 19 ára gomlu Sissal Haraldsen úr 07 Vestur. Hetta er fyrsta A-landsliðsúttøkan hjá Sissal, og hon er tí ein av trimum spælarum í hópinum, sum kunnu fáa debut móti Andorra. Hinar báðar eru Rebekka Klein Olsen og Ása Stórá Carlsen úr HB.

– Hetta er ótrúliga stórt og motiverandi fyri meg, og eg føli longu, at eg læri nógv av at vera við, sigur Sissal Haraldsen, sum í gjár fekk óvæntaðu landsliðsboðini. Sterki kantspælarin dylir ikki fyri, at landsliðsúttøkan kom óvart á hana, men hon er glað fyri møguleikan at venja saman við teimum bestu spælarunum landinum og so sjálvandi eisini at umboða Føroyar. 

– Tað eru nógv nýggj ting at fyrihalda seg til og ferðin er hægri enn í gerandisdegnum, so tað er eisini spennandi at vera við til, sigur Sissal Haraldsen við heimasíðuna hjá FSF.

Kvinnulandsliðið venur á Tórsvølli í  dag og í morgin afturat, áðrenn leiðin fríggjadagin gongur til Klaksvíkar, har fyrri dysturin móti Andorra verður spældur. 

Føroyar og Andorra hittast í vinardysti við Djúpumýru leygardagin kl. 15.00 og aftur á Tórsvølli týskvøldið kl. 18.00. Bláa bylgjan skipar fyri stuttligum fjepparatiltaki í samband við dystin leygardagin, har andlitsmáling, grilling og hoppiborgir eru á skránni. Fjepparatiltakið byrjar kl. 13.30 og er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin. Atgongumerki kunnu keypast her.

Niðanfyri eru myndir frá fyrru venjingini í dag. Fotografur: Bjarni Enghamar