Tórður Thomsen skal verða pápi í næstum, og hevur tí givið avboð til dystin ímóti Liktinstein. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir málverjanum úr NSÍ, Símuni Rógva Hansen
– Hetta vóru deilig boð at fáa, og tað er deiligt at vera partur av landsliðnum aftur. Tað hevur gingið væl, síðani eg byrjaði í NSÍ, og tað er sjálvandi deiligt, at venjarin hevur meg í tonkunum, sigur Símun Rógvi Hansen.

Um eina viku skal føroyska A-landsliðið spæla venjingardyst ímóti Liktinstein. Dysturin verður spældur á Marbella Football Stadion í Marbella í suðurspania.

Fyri tveimum vikum síðani úttók Lars Olsen, landsliðsvenjari, 19 spælarar til dystin móti Liktinstein. Teirra millum var málverjin úr B36, Tórður Thomsen. Men Tórður skal verða pápi í næstum, og hevur tískil givið avboð. Í staðin verður tað Símun Rógvi Hansen, ið fer við landsliðnum til Spania.

Seinast Símun Rógvi var partur av A-landsliðnum var í oktober mánað í 2013, tá Føroyar møtti Kasakstan og Eysturríki á heimavølli.

Venjingardysturin millum Liktinstein og Føroyar verður mánadagin 28. mars kl. 18:00, føroyska tíð. FSF Varpið fer at vísa beinleiðis frá dystinum, bæði á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya og á Rás 1 hjá Televarpinum.