Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Símun Joensen. Og klaksvíkingurin í Havn hevur upplivað mangt og hvat á vøllin, bæði við KÍ og B36

Hann hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ og Klaksvík, men hevur vunnið tvey FM í fremstu deildini við B36. Gentur í FSF Varpinum hesaferð er Símun Joensen, sum í dag er høvuðsungdómsvenjari hjá árstalsfelagnum í Havn.

 

Símun Joensen hevur roynt mangt og hvat á vøllinum, bæði við KÍ og B36. Serliga ein hending hevur fest seg, tá Símun og hinir í KÍ syrgdu fyri, at HB gjørdist FM-vinnari í 2006, og samstundis yvirhálaði KÍ sum mest vinnandi felag í Føroyum.

 

– Vit spældu á Mølini á Eiði, og fyri EB/Streym var javnleikur nóg mikið. Men vit vunnu 1-0, og tað var ringur hýrur á viðhaldsfólkunum í sundalagnum. Ein kvinna slóg meg í ryggin og spurdi, um eg visti hvat teir høvdu gjørt. Hon var ill, kedd og skuffað, og eg tók synd í henni, men vit spældu sjálvandi fyri at vinna, sigur Símun Joensen flennandi.

 

Síðani 2000 hevur Símun Joensen spælt 222 dystir í fremstu deildini hjá monnum, og skorað 25 mál. Bestá árið hjá Símuni mundi vera í 2011, tá hann gjørdi 8 mál fyri B36, sum hetta árið eisini vann føroyameistaraheitið.