Bíðitin gjørdist drúgv, men var alt verd, tá bólturin loksins fór í netið
Kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra hittust í seinna vinardystinum á Tórsvølli í kvøld, og hesaferð gjørdist tað væl meira spennandi enn í fyrra dystinum. Føroyska spælið var trekt í fyrra hálvleiki og merkt av nógvum feilum, umframt at gestirnir eisini tóktust betri upplagdar í kvøld.
Tað gav ein javnan dyst, har bæði liðini komu til fleiri møguleikar, uttan at nakar teirra varð umsettur til mál. Ikki fyrr enn í 77. minutti, tá Jensa Tórolvsdóttir vann bóltin miðskeiðis á hálvuni hjá Andorra. Við góðari renning fann Sanna Svarvadal vegin fram til brotsteigin, áðrenn hon fekk bóltin og skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál fyri Føroyar. Debutmálið, sum eisini gjørdist sigursmálið í kvøld.
Sostatt hava Føroyar vunnið báðar vinardystirnar móti Andorra í hesum umfarinum, og nú verður aftur hugt fram móti síðstu dystunum í HM undankappingini, sum eru tað næsta á skránni hjá kvinnulandsliðnum. Hesir eru báðir á heimavølli; 2. september móti Ukraina og 6. september móti Skotlandi.
Niðanfyri eru myndir frá sigrinum í kvøld, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.