Venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Signe Pries Andersen gleðir seg til dystirnar móti Montenegro og Andorra. Samstundis sigur hon, at tað er torført at meta um, hvat vit kunnu vænta okkum hesaferð, men tað er einki at ivast í, at tær ætla sær tveir sigrar

——————

Tvær spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro á heimavølli, og ímóti Andorra á útivølli.

Fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45 møtast Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og týsdagin í næstu viku spæla okkara kvinnur í Andorra.

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, og nú seinastu dystirnir í hesari undankappingini eru á skránni, vónar venjarin, at føroyska liðið kann fáa ein góðan enda upp á kappingina.

– Tað er torført at meta um hesar dystirnar framman undan, men vit fara sjálvandi eftir tveimum sigrum, sigur Signe Pries Andersen millum annað í samrøðu við FSF Varpið.